Vørn logo
 Heim
 FVE
 Tíðindi
 Hagtøl
 Søgulig hagtøl
 Myndasavn
 Slóðir
 Veiðiváttan til ES
 Søga
 Leys størv
 Nøgdsemiskanning
 Talgild móttøka
 Veðrið
 Oyðubløð
 Vegleiðingar
 Fráboðan
 Eygleiðara
 Stongdar leiðir
 Uppboðssøla 2017
Reglur fyri afturlatnari uppboðssølu í 2016

 

1.             Tey, ið ætla at bjóða, skula brúka oyðublað, sum er gjørt til endamálið. Oyðublaðið er tøkt á heimasíðuni hjá Vørn, www.vorn.fo. Keyparar kunnu eisini venda sær til Vørn og biðja um at fáa oyðublað sendandi.

2.             Boðið skal sendast til Vørn í afturlatnum brævbjálva innan ásettu freist.  Brævbjálvin skal merkjast við orðunum “Uppboðssøla-2016”.

3.             Adressan hjá Vørn er: Vørn, Yviri við Strond 3, Postrúm 1238, 110 Tórshavn.

4.             Boðið skal tilskila, hvønn prís bjóðarin er sinnaður at gjalda, og hvussu stóra nøgd hann ynskir at keypa. Boðið kann bert fevna um ein ávísan prís og eina ávísa nøgd. Í boðnum skal prísurin ásetast sum prísur pr. kilo. Nøgdin skal ásetast í kilo. 

5.             Trygd fyri peninginum: Keypari skal stilla nøktandi trygd fyri, at keypspeningur og uppboðssølugjald verða goldin sambært gjaldsfreistunum (hesar eru útgreinaðar í hjálagda skjali).

6.             Tann, ið letur boð inn, kann ikki geva boð fyri hægri upphædd enn hana, trygdin fevnir um.

7.             Tann, ið letur boð inn, skal hava fiskifar, ið sjálvt kann gagnnýta kvotuna.

8.             Tann, ið letur boð inn, skal tilskila, hvat fiskifar skal brúka kvotuna.

9.             Tann, ið letur boð inn, skal tilskila, hvør umboðar hann.

10.        Rætturin at veiða kann bert seljast eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi at fiska við ávísum fiskifari, sum hevur veiðiloyvi. Rætturin at veiða kann eisini seljast eigara av báti í bólki 5, sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at fiska við ávísum báti.

11.        Um ein eigari eigur fleiri fiskifør, sambært treytunum í pkt. 10, kann hann lata eitt boð inn fyri hvørt fiskifar.

12.        Keypt rættindi kunnu bert gagnnýtast við tí fiskifari, ið tey verða keypt til. Rættindini kunnu ikki avhendast til annað fiskifar sambært ásetingum í lóg um vinnuligan fiskiskap.

13.        Í avgreiðsluni verða innkomin boð raðfest við hægsta eindarprísi fremst - tað merkir hægsta prísi fyri kilo í krónum og oyrum – og síðani lækkandi, til boð er komið upp á alla nøgdina, ið er boðin út. Prísurin verður eins fyri allar keyparar og verður ásettur javnt prísinum hjá tí, sum fekk seinastu nøgdina í boði.

14.        Keypari kann fáa minni nøgd í boði, enn hana hann bjóðar uppá. Í teimum førum kann keyparin velja at siga boðið frá sær og lata nøgdina innaftur.

15.        Minstiprísur kann verða ásettur, áðrenn boðini verða latin upp.

16.        Endaliga avgreiðslan kann verða vrakað, um illgruni er um marknaðarbrek. Um hetta hendir, verða øll, ið hava latið boð inn, kunnað.

17.        Verður avgreiðslan vrakað, verður farið fram av nýggjum eftir reglunum í kunngerð nr. 78 frá 29. juni 2016 um uppboðssølu av makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016.

 

Uppboðssølan 2016 – Útgreining av ávísum reglum

 

Gjaldstreytir

Vørn sendir eigara, sum hevur vinnandi boðið, rokning fyri keypsupphæddina. Keypari rindar uppboðssølugjaldið, sum er 0,75% av keypsupphæddini og kr. 500,- fyri fiskiloyvið til Vørn. Hetta gjald fellur til gjaldingar, tá avgerð er tikin um, at sølan er avgreidd.

Keypsupphæddin fellur til gjaldingar 31. desember 2016. Rinda eigarar ikki rættstundis, verður renta roknað, 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað.

 

Trygd

Bert boð, sum hava bankatrygd fyri rindan, sbr. pkt. 1, ella sum frammanundan eru goldin á konto hjá Vørn, sbr. pkt. 2, verða góðtikin.

Sami keypari kann velja at samanseta trygdina sum vanlig bankatrygd sambært pkt. 1 og kontant gjald sambært pkt. 2. 

 

1.      Bankatrygdin skal stillast sum ótíðaravmarkað sjálvsskuldarborgan ella sum onnur bankatrygd, ið kann metast at vera eins nøktandi. 

 

2.      Verður ístaðin goldið frammanundan, skal øll upphæddin, ið ætlanin er at bjóða fyri, tann viðkomandi dagin freistin er at bjóða, flytast á konto hjá Vørn á 6460-182.705.9.

 

Tá sølan er liðug, verður gjørt upp og avroknað.

 

 

Kunning og avgreiðsla av søluni

 

Vørn ger yvirlit yvir søluna, ið staðfestir tær nøgdir og upphæddir, ið boðini fevna um, eins og navnið á teimum, ið bjóðað hava. Øll hava rætt at vera hjástødd, tá boðini verða latin upp, sølan avgreidd og kunngjørd.  

 

Allar upplýsingar um søluna verða almannakunngjørdar, tá sølan er liðug. Upplýsingarnar fevna um, hvussu nógv boð komu inn, samlað søluupphædd, tonsatal, prís fyri tey einstøku boðini, og navn á teimum, ið boðið hava.

 

 

 

Serstakar støður: Ein keypari fær ikki alt hann bjóðar uppá, ella fleiri keyparar hava sama boð.

 

Boðið, ið hevur lægsta eindarprís (kiloprís) av teimum boðum, sum koma upp í part, ásetir kiloprísin, sum øll skulu gjalda. Á henda hátt rinda øll, sum keypa, sama prís.

 

Um seinasti keypari ikki fær alt, sum hann bað um, kann hann frásiga sær keypið. Um fleiri keyparar liggja aftast við sama prísi, verður nøgdin, ið eftir er, býtt millum hesar keyparar lutfalsliga eftir, hvussu stóra nøgd teir hava bjóðað uppá.

 

Ynskja keyparar ikki at taka av, tí nøgdin er minni enn tað, teir ynskja, fær keyparin við hægsta boðnum í boði at keypa hesa nøgdina til lægsta prís. Tekur keyparin við hægsta boðnum heldur ikki av, fær keyparin við næsthægsta boði møguleikan. Hetta heldur so fram, til einki er eftir. Um so er, at eingin av vinnandi keyparunum vil hava kvotuna, ið eftir er, fer hon á opna uppboðssølu ella í afturlatna uppboðssølu enn einaferð.

 

Um tveir ella fleiri keyparar hava hægsta og sama boð í prísi, men samanlagt ynski um størri nøgd enn hana, sum verður boðin út, verður útbjóðaða nøgdin boðin keyparunum við hægsta prísi lutfalsliga eftir, hvussu stóra nøgd teir hava bjóðað uppá. Um keypari við besta boði ikki tekur av minnu nøgdini, ið honum stendur í boði, so frásigur hann sær keypið til alla nøgdina, hann beyð uppá. Hinir, við vinnandi boði, fáa tá hansara nøgd í boði.

Um allir keyparar siga nøgdina frá sær, so fer nøgdin á opna ella afturlatna sølu enn einaferð.

 

 
 
TÍÐINDI
06-09-2017
Kvota í Eysturgrønlandi leys at søkja
Sambært kunngerð nr. 26 frá 28 mars í 2017 grein 3 stk. 9, kann søkjas...
06-09-2017
Kvota í Eysturgrønlandi leys at søkja
Sambært kunngerð nr. 26 frá 28 mars í 2017 grein 3 stk. 9, kann søkjas...
 
Tíðindaakriv
 
Leita