Vørn logo
 Heim
 FVE
 Tíðindi
 Hagtøl
 Søgulig hagtøl
 Myndasavn
 Slóðir
 Veiðiváttan til ES
 Søga
 Leys størv
 Nøgdsemiskanning
 Talgild móttøka
 Veðrið
 Oyðubløð
 Fráboðan
 Eygleiðara
 Uppboðssøla 2018
 Uppboðssøla 2019
Fulltiknir dekkarar til Vørn

Tvey størv sum fulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn verða hervið lýst leys.

Høvuðsuppgávur:

Starvið sum fulltikin dekkari fevnir m.a. um hesar uppgávur:

Ganga vakt eftir vaktarskipan.

Luttaka í dagliga arbeiðinum.

Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.

Annað fyrifallandi arbeiði.


Førleikakrøv:

Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum.

Heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu. 


Dentur verður annars lagdur á:

Dagført og galdandi trygdarskeiðsprógv

Royndir innan yrkið

Góð samstarvsevni

Aldur og heilsa at gerast vinnukavari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav


Setanartreytir:

Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 5. 

Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.

Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum. Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Umsókn:

Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum  skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi  29. apríl 2019 kl. 14.00.

Størvini verða sett sum skjótast.


Umsókn skal sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: journal@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo


15-04-2019
 
 
TÍÐINDI
26-04-2019
Afturlatin uppboðssøla á Vørn tann 26. apríl 2019.
Á afturlatnu uppboðssøluni á Vørn tann 26. apríl 2019 vórðu 1, 3 og 8 ...
20-04-2019
Tróndur í Gøtu - maskintrupuleikar
Í gjár (16/4-2019) kl 18:45 boðaði Tróndur í Gøtu frá at teir høvdu ma...
 
Tíðindaakriv
 
Leita